Ítróttur

Tvær silvur og ein bronsa til unglingalandsliðið í badminton

...

2018-04-05 18:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í døgunum 30. mars - 1. apríl var unglingalandsliðið í badminton í Berlin og tóku lut í hørðu kappingini YONEX Junior Cup.

Í ferðalagnum vóru 17 badmintonleikarir í aldursbólkunum U15 til U22 ??? og spældu øll í sterkasta bólki - A-bólkinum.

Hetta var aðru ferð, at Føroyar luttóku í hesi kappingini, og fyrireikingarnar hava verið nógvar, áðrenn fyrstu dystirnar í Berlin. Leikararnir hava vant nógv, fingið mentala venjing við Rigmor N. Arge og verið á venjingarlegu á Eiði. Harafturat hava tey, ávegis til Berlin, vant í Lyngby og Berlin.

Kappingin vardi í tríggjar dagar, har ein grein varð leikt hvønn dagin. Støðið á kappingin er sera høgt, so okkara leikarir vistu, at tað vórðu harðir dystir, sum tey skuldu spæla næstu dagarnar.

Við í kappingini vóru leikarir úr fleiri londum í Evropa ??? eitt nú luttók unglingalandsliðið úr Tjekkia.

Byrjað varð við blandaðum tvímansleiki. Sum dagurin leið, og innleiðandi dystirnir vóru spældir vísti tað seg, at Gunnva Jacobsen og hennara danski x-makkari høvdu spælt seg víðari úr bólkaspælinum. Og komu tey heilt til hálvfinaluna, sum tey tíverri taptu. Tey spældu síðani um bronsuna í U19, sum tey vunnu.

Allir leikararnir spældu sera góðar dystir og vístu gott spæl.

Dagin eftir var einmansleikur á skránni. Dagurin byrjaði tíðliga fyri U17 dreingir, og út á dagin vóru øll í gongd. Aftur hendan dagin, so vístu leikararnir, at tey ikki standa nógv aftanfyri badmintonleikararnar í Evropa. Adhya Nandi, Bjarnhild í Buð Justinussen og Miriam í Grótinum, allar U15. Jónas Djurhuus, Árant á Mýrini, Jónas Vágsheyg og Lena Maria Joensen, øll U17. Gunnva Jacobsen U19, Magnus Dal-Christiansen og Kristina Eriksen bæði U22, kláraðu øll at spæla seg víðari úr bólkaspælinum.

Kristina Eriksen kláraði seg so væl, at hon kom í finaluna, sum hon tíverri tapti. Í finaluni spældi hon ímóti einum sterkum leikara úr Týsklandi. Gunnva Jacobsen kláraði at spæla seg í bronsufinalanuna, sum hon tíverri tapti. Eisini hon spældi ímóti einum sterkum leikara úr Týsklandi.

Harafturat leiktu Magnus Dal-Christiansen, Árant á Myrini, Adhya Nandi og Bjarnhild í Buð Justinussen seg í fjórðingsfinaluna, og Lena Maria Joensen og Jónas Djurhuus komu í 1/8 - finaluna.

Í tvímansleiki var kappingin sera hørð. Tað var her, at okkara leikarar fingu størstu mótstøðuna, men øll royndu at spæla sítt allarbesta hendan dagin.

Í U15 spældu Adhya Nandi og Miriam í Grótinum seg heilt í finaluna. Tær spældu ein sera góðan og spennandi dyst ímóti einum týskum pari. Serliga síðsta sett gjørdist spennandi, og skiftust pørini um at hava dystar - og settbólt. Settið endaði 29-27 til týska parið. Sostatt vunnu Adhya og Miriam silvur. Bjarnhild í Buð Justinussen spældi saman við einum donskum x-makkara, og spældu tær seg í semifinaluna, sum tær tíverri taptu.

Gunnva Jacobsen og Kristina Eriksen, U22, Sissal Thomsen og Lena Maria Joensen, U17 og Jónas Djurhuus og Jónas Vágsheyg, U17 spældu seg øll víðari úr bólkaspælinum.

Kappingin er av á hesum sinni, men føroysku leikararnir komu ikki tómhentir heimaftur. Umframt trý flott heiðursmerki, so høvdu tey skjáttuna fulla av upplivingum og nýggjum royndum. Hetta var ein sera hørð kapping, har tey spældu í bestu rekkjuni, í einari stórari og tættpakkaðari høll við 17 banum. ??ll gjørdu teirra allarbesta, og kunnu tey vera sera væl nøgd við tað.

Erik Engelbrecht Thomsen, formaður í Badmintonsambandi Føroya, sum var við á túrinum sum venjari, er sera væl nøgdur við, at ein breiður hópur av bæði ungum og eldri ungdómsleikarum, fyri aðru ferð, hava verið við til Yonex Junior Cup.

- Í Berlin var tað so sanniliga ikki nakar dystur, sum var lættur, tí okkara leikarir altíð spældu ímóti teimum bestu leikarunum úr ávíkavist Týskalandi, Danmark, Tjekkia, Póllandi og Slovakia. Fleiri av hesum leikarum vóru eisini á unglingalandsliðnum. At fleiri av okkara leikarum vunnu dystir ímóti teimum, ásannar enn einaferð, at støðið á okkara leikarum er í støðugari framgongd, sigur Erik Engelbrecht Thomsen. Hann leggur afturat: "At í ár vóru fyrireikingarnar øðrvísi enn í fjør. Í ár vistu vit, hvat vit fóru til, og tí bar til at seta leikararnar upp til kappingina. Og kundu somuleiðis fyrireika nýggju leikararnar á landsliðnum, hvat teir høvdu í væntu."

At fyrireikingarnar hava verið rættar vísir úrslitið eisini. Í fjør megnaðu vit at koma í eina finalu, og í ár vóru vit í tveimum.

Tey, sum umboðaðu Føroyar:
U15
Adhya Nandi, HBF
Miriam í Grótinum, HBF

Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF

Hans Elttør, KBF

Tórur Paulason, HBF

U17

Jónas Vágsheyg, KBF
Lena Maria Joensen, KBF
Ari Nandi, HBF
Rúni ??ster, HBF
Sissal Thomsen, HBF
Ari M. Jacobsen, KBF
Árant á Mýrini, MBF
Jónas Djurhuus, HBF

U19
Gunnva Jacobsen, HBF

U22
Kristina Eriksen, HBF
Rani í Bø, KBF
Magnus Dal-Christiansen, HBF

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder