Vinna

Turt gólv á Fiskamarknaðinum

...

2015-04-14 15:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eingin fiskur er boðin út á Fiskamarknaðinum í dag. Niðanfyri er metingin, sum Fiskamarknaðurin gjørdi fríggjadagin fyri hesa vikuna.

Meting um tilfeingið fyri viku 16 í 2015
Friday, 10 April 2015
Samandráttur:Línuskip: Fýra ísfiskalínuskip eru við Íslandi. Tey eru nýliga byrjaði túr, so tí vantað vit ikki at tey koma at landa í vikuni. Tvey frystilínuskip eru eisini við Ísland. Undir Føroyum eru trý línuskip, tvey norðanfyri og eitt vestanfyri. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Møguliga landar okkurt línuskip síðst í vikuni. Restin av línuflotanum liggur við bryggju, men fara út tá veðri verður til vildar.??tróður. Streymurin verður hampuligur, men veðri verður umskiftandi, so tí verður nokk ikki nógvur útróður í vikuni.Djúpvatnstrolarar: Bara tveir eru til fiskarí, men vantandi fara fleir út um vikuskiftið. Teir sum eru úti fiska mest upsa og so nakað av hvítum fiski. Vantandi fara hinir á svartkalvaveiðu, tá teir fara til fiskarí aftur.Partrolarar: Partrolarnir landa sum vikan líður. Fiskaríið eftir upsa er vánaligt. Teir fáa lítið av hvítum fiski fyri tíðina. Vantandi fer okkurt parið at fiska svartkalva. Trý pør eru á gulllaksaveiðu.Trolbátar: Bara ein er norðanfyri og fiskar mest av toski og so nakað av hýsu. Aðrir trolbátar fara út at fiska tá veðri verður tilvildar.Garnaskip: Tað eru 2 garnaskip á svartkalvaveiðu. Fiskaríið er smáligt. Bæði landa síðst í vikuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder