Vinna

Tummas T. skal landa 1.100 tons á Tvøroyri

...

2014-08-24 05:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tummas T. fór í dag at sigla inn við 1.100 tonsum av makreli, sum teir hava tikið ímóti á feltinum norðanfyri.

Tummas T fer á Tvøroyri við lastini. Teir sleppa framat at landa kl. 14 sunnudagin, tá verður Høgiklettur liðugur at landa.

Annars fóru allir partrolararnir at sigla inn seinnapartin í dag, tí felagskvotan øll er fiskað, teir verða inni í nátt og tíðliga í morgin. Partrolararnir fara nú aftur á feskfiskaveiðu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder