Vinna

Tummas T. siglir inn fullfermdur

...

2014-09-04 00:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tummas T. fór í kvøld at sigla inn fullfermdur - uml. 1.100 tons av makreli. Tummas T. hevur tikið ímóti makrelinum frá Fagraberg og Finni Fríða, sum partrola á uml. 65N og 1V.

Tummas T fer á Kollafjørð at landa, teir verða á Kollafirði tíðliga seinnapartin í morgin. Eingin landar í Kollafirði í løtuni, so teir sleppa framat beinanvegin teir koma í morgin.

Tað hevur verið ruskveður á leiðini norðanfyri, men nú er fragari og sagt verður frá betri veðri í morgin og um vikuskiftið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder