2018-11-27 23:05

Tummas T., sum hevur fiskað sild í altjóða sjógvi norðanfyri føroyska markið - norður ímóti 69N, er farin at sigla heim við 1.300 tonsum av sild, sum teir skulu landa á Tvøroyri.
Vit á JN.fo hava tosað umborð í kvøld, teir eru júst nú komnir í føroyskan sjógv, og vænta at koma á Fuglafjørð um 3- tíðina í morgin, tað er gott veður á leiðini norðanfyri í kvøld.
Tummas T. sleppir at landa á Tvøroyri fríggjadagin, Jupiter skal landa nú, teir hava 1.660 tons.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald