Vinna

Tummas T. komin á Tvøroyri við 1.500 tonsum

...

2015-05-06 03:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tummas T. kom á Tvøroyri fyri løtu síðan, teir hava 1.500 tons av svartkjafti, sum verður landaður til Varðin Pelagic.

Í løtuni landar Finnur Fríði á Tvøroyri, teir verða liðnir kl. 23 í kvøld, tá sleppit Tummas T. framat.

Tey flestu skipini royna sunnast í føroyskum sjógvi, tó royna Tróndur í Gøtu og Fagraberg einar 10 fj. vestur úr Suðuroynni.

Sagt verður frá nógvum vindi í nátt og í morgin, eisini hósdagin verður nógvur vindur - uppí 20 m/sek. av norði.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder