Vinna

Tummas T. kemur á Fuglafjørð við 1.600 tonsum

...

2014-05-14 21:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tummas T. siglir inn við 1.600 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa í Fuglafirði. Tummas T. verður á Fuglafirði um 19-tíðina í kvøld, men teir sleppa ikki framat at landa fyrrenn seint hóskvøldið. Í løtuni landar Jupiter í Fuglafirði.

Frá Tummas T frætta vit, at svartkjafturin ikki stendur eins tættur nú, sum hann hevur staðið. Svartkjafturin ferðast norðuryvir vestanfyri. Tað plagar at verða vanligt, at fiskiskapurin heldur sær til uml. 20. juni, men í løtuni eru fleiri kassar stongdir vestur úr Mykinesi, so um teir ikki verða latnir upp, so heldur fiskiskapurin uppat - áðrenn fyrst í juni.

Eisini verður nógvur svartkjaftur landaður í Íslandi, í gjár fóru Børkur og Hoffell fullfermdir til Ísland.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder