Vinna

Tummas T. fullfermdur á Fuglafirði

...

2015-04-21 18:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tummas T. kom tíðliga í morgun fullfermdur av svartkjafti - uml. 1.600 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún. Tummas T. hevur fiskað svartkjaftin í føroyskum sjógvi.

Finnur Fríði er um at verða liðugur at landa 2.500 tons, so eigur Slættaberg tørn, teir hava 1.400 tons og tá ið Slættaberg er liðugur, tá eigir Tummas T. tørn at landa hjá Havsbrún.

Í gjárkvøldið fóru eisini Vilhelm Thorsteinsson og Børkur at sigla av feltinum sunnanfyri, teir fóru til Íslands, tey russisku skipini skipa um í Runavík og í Ánunum, teir hava eisini góðan fiskiskap.

Tað eru eisini fleiri norsk skip í føroyskum sjóøki, tey royna eisini sunnanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder