Í morgin møtast Neistin og Kyndil í steypafinaluni hjá monnum í hondbólti. Vit hava fingið Tummas Paula Hanusarson hjá Kyndli at svara nøkrum spurningum.
Hvat væntar tú tær av finaluni?
- Eg gleði meg sera nógv til finaluna. Nýggja høllin er væl egnað til ein slíkan dag, og eg vænti ein ótrúliga góðan stemning í høllini.
Hvat skal rigga hjá tykkum fyri at tit skulu vinna?
- Vit mugu verða grammir í verjuni, fyri at steðga teirra álopsspæli. Teir hava øgiliga nógvar streingir at spæla uppá. Rasmus Søby og Tróndur Kragesteen siga seg sjálvt, men afturat teimum so eru teir sera væl mannaðir á vinstra bakki við Dánjali Ragnarsson og Jónsveini Dulavík. Hesir báðir hava avgjørt dystir móti okkum, m.a. tá Rasmus Søby fekk reytt kort tíðliga í einum dysti fyrr í ár.
Hvat er sterkasta vápnið hjá tykkum?
- Stemningurin og samanhaldið á liðnum er avgjørt okkara styrki. Vit høvdu ikki væntað at komið í finaluna í ár, so vit kunnu spæla púra frítt.
Hvat er sterkasta vápnið hjá mótstøðuliðnum og veikasta?
- Síðstu tvey árini hevur gott verjuspæl verið eyðkenni hjá teimum, í góðum samstarvi við nógv besta málmann í landinum, Nicholas Satchwell. Við hesum fáa teir nógv mál í skjótálop, har Høgni Zachariasen gongur undan. Eg dugi ikki at síggja nakran veikleika á teirra liði. Teir hava tveir danskar spælarar á liðnum sum brúka alla teirra tíð upp á hondbólt, meðan einastu pengarnir vit hava brúkt upp á leikarar í ár er ein longdur ferðaseðil til Janus Jakobsen, sum síðstu árini hevur fingist við kurvabólt.
Hvat endar dysturin við?
- Tað er vónleyst at spáa hvussu dysturin endar, men vónandi kunnu vit fylgja teimum til tað síðsta, so vit fáa eina spennandi finalu.
Eru allir tøkir?
- Fyrsti málmaðurin, Jan Pauli Toft Johannesen, fær framvegis ikki spælt eftir at hann fekk ein bólt í eyga í hálvfinaluni, og Rókur Akralíð, sum var høvuðsmaðurin hjá okkum í verjuni fór av landinum á jólum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald