Kyndil vann seg í gjár víðari í hálvfinaluna í
steypakappingini við at vinna 30-23 á Team Klaksvík í Klaksvík.
Eftir dystin fingu vit orð á Tummas Paula Hanusarson leikara
hjá Kyndli.
Hvussu upplivdi tú
dystin?
-
Okkara upplegg var, at vit skuldu renna við
teimum. Álopsspælið hjá okkum var styrvið, og tað høvdu vit eisini roknað við.
Teir hava eina stóra verju, so tað var ein tungur dystur álopmessia. Verjan hjá
okkum var ikki nóg góð, og tí fingu vit ikki runnið frá teimum. Eg haldi teir fingu
ov nógv nemm mál.
LeLes eisini: Vilhelm: Vit vóru spentir.
Tit komu væl frá
byrjan, hevði tað nakran týdning fyri dystin?
-
Ja sjálvandi, tað hevði verið ótrúliga strævið um
teir fingu betri byrjan. Tað vóru nógvir áskoðarar, og tey trummaðu og róptu. Tá
ið teir fingu tað fyrsta málið til 1-5 kom lív í teirra áskoðarar. Høvdu vit
komið afturum hevði tað verðið tyngri rokni eg við, segði Tummas Pauli eftir dystin í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald