Mentan

Tulipanir ímóti narko

...

2021-02-17 14:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Árliga tulipantiltakið hjá Lions Club í Føroyum er farið av bakkastokki, og í hesum døgum verða tulipanir seldar til frama fyri Lions Quest-skeiðið, ið Nám vegna Lions Club bjóðar skúlunum.

Sum siður er, er tulipantiltakið í gongd í vikunum undan páskum. Undir herrópinum ???Nei til narko??? verða tulipanir seldar virkjum, fyritøkum, stovnum og øðrum, ið eru við til at stuðla fyribyrgjandi arbeiði við upplýsing í fólkaskúlanum um rúsevni.

Ágóðin frá tiltakinum fer til Lions Quest-skeið fyri fólkaskúlalærarar, og er endamálið at geva næmingum lívsvirði og sjálvsálit, so at teir eitt nú duga at siga nei til rúsevni. Yvir 500 lærarar í Føroyum hava verið á hesum skeiðunum, ið geva teimum førleikar at greiða frá um rúsevni.

Ongantíð hevur tørvurin á hesum fyribyrgjandi og upplýsandi arbeiði verið størri, nú rúsevni aftur eru á breddanum í tíðindaflutninginum hvørja viku og viðhvørt næstan dagliga. ???Nei til narko??? er ein støðugur bardagi ímóti rúsevnum og harðkapi, kriminaliteti, óarbeiðsføri, sjúku og øðrum, ið fylgir í kjalarvørrinum á rúsevnum.

Tað tykist verða alsamt lættari at fáa fatur á rúsevnum í Føroyum, og tí er meira umráðandi enn nakrantíð, at serliga tey ungu verða væl og virðiliga upplýst um teir vandar og skaðar, ið fylgja við rúsevnum.

Orsakað av koronu var einki tulipantiltak í fjør, men Lions Club vónar, at so mikið størri undirtøka fæst í ár, nú tulipanir verða seldar fyri at stuðlað góða endamálinum. Eitt blómutyssi við tíggju tulipanum kostar 250 krónur, og saman við tyssinum fylgir eitt skelti við áskriftini ???Nei til narko???. Tey, ið keypa tulipanir, fáa tær handaðar frá Lions í vikuni undan páskavikuni.

Lions Club vendir sær til virki, fyritøkur, stovnar og onnur við áheitan á tey um at stuðla tiltakinum, men eisini onnur eru vælkomin at stuðla við at venda sær til onkran í Lions Club, ið kann bera boðini víðari, so eisini tey fáa eitt blómutyssi og eru við til at stuðla.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder