Vinna

Trýsttangin flytast - tænastan óvirkin í viku 17

...

2015-03-31 16:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Trýsttangatænastan verður óvirkin frá mánadagnum 20. apríl 2015 kl. 08.00 til mánadagin 27. apríl kl. 08.00, um ikki onnur fráboðan kemur.

Hetta er í sambandi við at tangin verður fluttur úr núverandi hølum hjá Vørn á Hjalla til nýgjørd høli hjá Landssjúkrahúsinum í J. C. Svabosgøtu.
Um tað koma tilburðir við kavarasjúku, meðan tangin er óvirkin, vil Landssjúkrahúsið taka upp samband við trýsttangatænastu á Landspítalinum í Reykjavík í Íslandi ella hjá Royal Infirmery (NHS Grampian's) í Aberdeen í Skotlandi við atliti til møguliga viðgerð og verður sjúklingurin tá fluttur loftvegis, tað skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðu síni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder