Ítróttur

Tryggur sigur til Føroyar

...

2018-08-14 12:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HSF skrivar: U18-landsliðið við monnum vann sannførandi á Litava í morgun. Føroyar vunnu 34-23.

Føroyar løgdu hart fyri og eftir fimm minuttir var støðan 5-1 til Føroyar.

Litava valdi at mansverja Elias á Skipagøtu, samstundis sum teir spældu sjey móti seks. Tað órógvaði føroyska spælið og litavar fingu hálað seg upp á 12-11, men føroyingarnir raknaðu við aftur og drógu frá. Tá farið var til hálvleiks var støðan 18-14 til Føroyar.

Litava royndi sama taktikk í seinna hálvleiki, men tað vísti seg ongantíð veruliga at eydnast, tí fleiri á føroyska liðnum tóku ábyrgd, millum annað bakkarnir, Pauli Mittún og Heini á Heygum.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki skrædnaði av álvara og tað var bara spurningur um málmun.

Pauli Jacobsen stóð aftur í dag sum ein brandur í málinum og varð valdur til dagsins leikara.

Hósdagin skulu Føroyar spæla móti Sveis. Um føroyska U18-landsliðið skal vinna sær víðari atgongd til hálvfinalurnar, skulu teir vinna á Sveis, og Luksemburg skal tapa móti Litava ella Estlandi.

Málskjúttar:Hákun Vest av Teigum, 7
Pauli Mittún, 6
Heini á Heygum, 5
Tróndur Mikkelsen, 4
Elias á Skipagøtu, 4
Pauli Jacobsen, 2
Martin Danielsen, 1
Høgni Fríðuson Gaard, 1
Julian Kragesteen, 1
Ivan Mrdalo, 1
Dánjal Ragnarsson, 1
Jónas Rasmussen, 1

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder