Vinna

Tryggingarfelagið Føroyar vunnið 3 gull virðislønir í altjóða kapping

...

2014-10-15 18:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tryggingarfelagið Føroyar er heiðrað við ikki minni enn 15 altjóða virðislønum fyri sítt arbeiði innan marknaðarføring. Talan er um 3 gull, 10 silvur og 2 bronsur, sum felagið hevur vunnið á altjóða ráðstevnu í New Orleans í USA.

Gull virðislønirnar hjá Tryggingarfelagnum Føroyum vóru latnar fyri bestu sjónvarpslýsing í  samband við føroysku pensjónsnýskipanina, bestu nýtslu av aktuellum tilfari fyri Trygva & Flossa  stuttfilmarnar, og at enda vunnu Tryggingin og Ráðið fyri Ferðslutrygd besta snið fyri endurskinsvestarnar, sum Guðrun & Guðrun sniðgóvu herfyri.

Insurance and Financial Communicators Association (IFCA) er 81 ára gamal altjóða felagsskapur  fyri fólk, sum arbeiða við marknaðarføring í tryggingar- og fíggjarvinnuni. Á hvørjum ári skipar felagsskapurin fyri stórari ráðstevnu, sum endar við virðislønahandan fyri bestu avrikini innan økið.

Kappast verður í 60 ymiskum greinum innan samskifti, marknaðarføring, lýsingar, snið, PR o.l. Inn komu meira enn 600 ymisk uppskot frá altjóða tryggingar- og fíggjarfyritøkum so sum Allianz, AIG, Allstate, GE, MetLife, og New York Life.

Tryggingarfelagið Føroyar luttók fyri fyrstu ferð í kappingini í ár, og megnaði at gera eitt óvanliga gott hál. ??rslitið gjørdist 3 gull, 10 silvur og 2 bronsur. Tilsamans vunnu føroyingar heilar 15 virðislønir. 

Í grundgevingunum fyri, at Tryggingarfelagið Føroyar skuldi vinna gull fyri teir tilsamans 30 stuttfilmarnar við Trygva & Flossa, var m.a. nevnt, at ???hóast dómsnevndin ikki skilur eitt orð av føroyskum, eru stuttfilmarnir og innihaldið so mikið væl gjørt, at boðskapurin ferðast lætt tvørtur um landa- og málmørk.??? Allir filmarnir við Trygva & Flossa kunnu síggjast her.

Til sjónvarpslýsingina við átaksheitinum ???Áðrenn tú hevur vent tær, er framtíðin her???, sum varð gjørt í samband við pensjónsnýskipanina fyri Betri pensjón, Tryggingarfelagið Føroyar og Eik Banka, hevði dómsnevndin hetta at siga:???Vit meta, at hetta er besta sjónvarpslýsingin, tí hon megnar klárt og týðiliga at lýsa boðskapin fyri hyggjarunum. Lýsingin tosar samstundis væl og sigandi til ein ungan málbólk, sum er avgerandi fyri at fáa sum mest burturúr veittu tænastuni.??? Sjónvarpslýsingin kann síggjast her.

At enda helt dómsnevndin, at hugskotið handan endurskinsvestin, sum Guðrun & Guðrun sniðgóvu fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd og Tryggingarfelagið Føroyar, var framúr gott og ein áhugaverdur máti at geva aftur til samfelagið, fyritøkan virkar í. ???Sniðið hjá Guðrun & Guðrun er hugtakandi og serstakt. Vit í dómsnevndini duga væl at síggja, hvussu vestarnir skjótt kunnu gerast eitt jaligt mótarák, ið tænir øllum samfelagnum - og ikki minst trygdini.??? Endurskinsvestarnir kunnu síggjast her.

Regin Hammer, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum fegnast um góða úrslitið og sigur, at "hetta er tekin um, at Tryggingarfelagið Føroyar er felag í heimsflokki. Heiðurslønirnar skulu vera við til at minna okkum á, hvussu týdningarmikið tað er at gera sær ómak í dagliga yrkinum. Kundin skal vera vísur í, at vit gera okkara allarbesta, og seta eina æru í at veita dygdargóða tænastu. Hetta vísir eisini, at vit sum føroyingar ikki skulu halda okkum aftur á altjóða pallinum, men heldur vísa okkara mongu góðu íkast til altjóða vinnulívið."

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder