Ítróttur

Tróndur væntar at EB/Streymur vinnur á 07 Vestur

...

2018-04-02 11:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF.fo skrivar:

Tróndur Arge: Tað er nógv skrivað og sagt um landskappingina í ár. Eg fari tí ikki at siga so nógv, men heldur at lata stigatalvuna siga sína søgu. Eg havi hug at gera KÍ til FM vinnarar og flyta B36 framum Víking. Tað smakkar illa at senda argjamenn niður á aftasta plássi, men hóast eina góða byrjan, so er hópurin tunnur. Og hvat við HB, er nummar fimm so upplagt, ella kann Heimir Guðjónsson meir? Men eg velji at siga, at hetta er mítt tipp fyri 2018.

1. NSÍ
2. KÍ
3. Víkingur
4. B36
5. HB
6. Skála
7. EB/Streymur
8. TB/FCS/Royn
9. 07 Vestur
10. AB

TB/FCS/Royn - KÍ 2

Eg seti eitt 2-tal á hendan dystin, tí KÍ hevur havt eina so góða byrjan upp á kappingarárið. Tað hevur ikki eydnast mær at síggja suðuroyingarnar annað enn brot frá dystum og ein hálvleik í einum venjingardysti. Venjarin tykist skilagóður og ein sigur á 07 Vestur, sigur nógv um liðið. Tað gera sigrarnir hjá KÍ eisini. HB og NSÍ á útivølli.

Eg seti 2-tal og vænti mær ein dyst, har grundarbeiðið hjá KÍ verður drúgvari enn hjá heimaliðnum, sum hevur nýggjan venjara. 1-2 og Páll Klettskarð hevur ein góðan dag.

B36 - HB X

Eg fari at provokera eitt sindur. Eg haldi at havnarfeløgini tora ikki at vinna grannauppgerðina, tí tey tora ikki at tapa hana. Haturin og tað primitiva hevur verið vekk í eina tíð ??? við undantaki av steypadystinum í fjør, tá B36 vann við níggju spælarum. Nú eru dystirnir væl spældir og til tíðir málríkir, men hvussu nógvir tora at doyggja við troyggju á?

Eg seti eitt X, tí tað er tað mesta upplagda. HB er væl fyri við nýggja venjaranum og Teit Jacobsen kemur at gera mun í álopinum, meðan B36 kenna vit aftur. Spæla spennandi fótbólt og hava ???lekkrastu??? einstaklingarnar. 2-2

07 Vestur - EB/Streymur 2

Hesin er ein verri ein, tí 07 Vestur er nakað broytt og hevur ikki presterað higartil, meðan EB/Streymur vann ein nógv umtalaðan sigur á B36, men megnar ikki at fylgja sigrunum upp, tá teir spældu javnleik móti AB.

Eg fari at hella til sundalagsmenn, tí teir eru væl samanspældir og hava navnframar spælarar við aftur. 0-1.

Víkingur - NSÍ X

Mín fyrsti tanki var, at NSÍ vinnur hendan dystin, men eg eri kmin til tað niðurstøðu, at eg tippi ein javnleik. Tað geri eg millum annað tí at Bagge ikki hevur loyst nummar 10 leiklutin. Fróði Benjaminsen í HB, Lukasz Cieslewicz í B36 og Sølvi Vatnhamar í Víkingi. Hjá NSÍ?

Eg tippi ein taktist spennandi dyst, har annað liðið skorar fyrst, meðan hitt liðið trýstir fyri at fáa útjavnandi málið. Eins og í Runavík móti KÍ, men vænti at hesa ferð endar tað við javnleiki. 1-1

AB - Skála X

Argjamenn hava ikki tapt enn, meðan Skála hevur ikki heilt loyst tað framrættaða spælið. Tí sigi eg enn ein javnleik. Skála er helst favorittur og verður gjarna spælstýrandi. Spurningurin er bara um teur fáa flutt ein mann sum Brian Jakobsen fram í vandamiklu økini, har kann hann gera skaða fyri argjamenn.

Eg tippi ein 1-1 javnleik, har AB skorar upp á deyðbólt.

Jákup ??sá tippar 3. umfar

07 Vestur - EB/Streymur 2

AB - Skála X

B36 - HB X

Víkingur - NSÍ 2

TB/FCS/Royn - KÍ 2

Leivur Frederiksen tippar 3. umfar
07 Vestur - EB/Streymur X
Víkingur - NSÍ X
AB - Skála 2
TB/FCS/Royn - KÍ 2
B36 - HB 1

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder