2020-12-11 18:38

Tróndur í Gøtu kemur á Tvøroyri í kvøld við 600 tonsum av svartkjafti, sum verður landaður til Varðan Pelagic - á Varðanum verður svartkjafturin heilfrystur.
Í løtuni landar Finnur Fríði, teir verða liðnir at landa mitt í nátt, og tá eigur Tróndur landingartørn.
Tað eru 12 mans við Trónda, skipari er Finnbjørn Mikkelsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald