Vinna

Tróndur í Gøtu siglir heim við 850 tonsum

...

2014-11-11 21:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tróndur í Gøtu, sum hevur verið á makrelveiðu tætt suður úr Hetlandi, hevur sett kós móti Føroyum, teir fóru fyri løtu síðan norður um Sumburgh, veðrið er gott á leiðini, men sagt verður frá vindi í nátt.

Tróndur í Gøtu skal landa á Tvøroyri, teir verða helst á Tvøroyri fyrrapartin í morgin.

Í løtuni roynir bara Næraberg í ES-sjógvi. Finnur Fríði, sum loysti av Tvøroyri tíðliga í morgun, kemur á fiskileið í kvøld.

Jupiter er ávegis til Lerwick, um teir hava fingið boð at koma inn, ella teir hava onnur ørindir har vita vit ikki í løtuni. Teir hava um 700 tons inni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder