Vinna

Tróndur í Gøtu siglir inn við 1.600 tonsum

...

2014-09-10 19:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tróndur í Gøtu fór í nátt at sigla inn við 1.600 tonsum, sum teir hava fiskað saman við Finni Fríða, teir gjørdu 3 tov, Finnur Fríði kom á feltið fyrrapartin í gjár. Støddin á makrelinum liggur um 380 - 390 gramm. Finnur Fríði samtrolar nú við Fagraberg.

Tróndur í Gøtu fer á Tvøroyri at landa til Varðin Pelagic, teir verða á Tvøroyri kl. 20 í kvøld, tá verður Jupiter liðugur at landa, so Tróndur sleppir framat beinanvegin teir koma á Tvøroyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder