Vinna

Tróndur í Gøtu landar á Tvøroyri

...

2014-10-16 15:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tróndur í Gøtu kom á Tvøroyri í nátt við 1.100 tonsum av sild, sum teir landa til Varðin Pelagic. Tróndur  slapp framat at landa beinanvegin teir komu inn, tí tá var liðugt at landa Finn Fríða.

Tróndur hevur hendan túrin roynt norðalaga í føroyskum sjóøki, har eisini hini føroysku uppisjóarskipini royna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder