2014-04-17 00:41
Tróndur í Gøtu, sum hevur roynt eftir svartkjafti í ES-sjógvi - norður úr St. Kilda, er ávegis á Fuglafjørð við 2.600 tonsum.
Tróndur í Gøtu verður á Fuglafirði tíðliga skírismorgun, men teir koma at bíða eftir landing til seint leygardagin ella kanska páskadag.
Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir vóru tá komnir í føroyskan sjógv og søgdu at var fitt av svartkjafti at síggja nú í føroyskum sjógvi - Tróndur í Gøtu hevur fiskað sín part av kvotuni, sum føroysk skip hava í ES-sjógvi.
Tað eru 13 mans við Trónda í Gøtu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald