Vinna

Tróndur í Gøtu kemur á Kollafjørð við 1.500 tonsum

...

2014-08-25 02:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tróndur í Gøtu er í kvøld farin at sigla inn við 1.500 tonsum av makreli, sum teir hava fingið á uml. 64,4N og 1V, Tróndur í Gøtu hevur samtrolað við Finn Fríða.

Tróndur skal landa í Kollafirði, teir verða á Kollafirði seinnapartin í morgin og sleppa tá framat beinanvegin at landa.

Tað er gott veður á leiðini norðanfyri, umframt Finn Fríða og Trónda í Gøtu eru Akraberg, Christian í Grótinum og Norðborg har á leiðini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder