2014-05-28 13:23
Tróndur í Gøtu kemur, í skrivandi stund, fullfermdur á Fuglafjørð, teir hava 2.700 tons av svartkjafti, sum er fiskaður tætt vestur úr Suðuroy.
Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir siga, at svartkjafturin stendur á einum lítlum øki vestur úr Suðuroy á uml. 61N og 8V, har eru nógv skip, tí kemur ikki so nógv burturúr, men tað hevur verið brúkuligt hóast alt. Í morgun eru eini 15 skip á feltinum.
Tróndur í Gøtu sleppir framat beinanvegin teir koma inn. Mett verður, at Tummas T, verður tann næsti á Fuglafjørð, síðan Slættaberg ella Christian í Grótinum.
Í nátt fór íslendska skipið Børkur at sigla til Íslands við fullari last og í gjár fór Lyndey til Íslands við fullari last.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald