Vinna

Tróndur í Gøtu fer á Tvøroyri við 700 tonsum

...

2014-09-26 13:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tróndur í Gøtu fór í nátt at sigla inn við 700 tonsum av makreli, sum teir skulu landa á Tvøroyri. Tróndur verður á Tvøroyri um 13-tíðina í dag. Í løtuni landar Jupiter á Tvøroyri, teir verða liðnir í kvøld og tá eigur Tróndur tørn.

Tróndur hevur hendan túrin samtrolað við Finni Fríða, teir fiskaðu á 64N og 3V, men í nátt gjørdu teir eina roynd á uml. 62N og 4V, men har kom einki burturúr.

Finnur Fríði liggur norðanfyri, teir skulu trolað saman við Fagraberg, Fagraberg liggur á Fuglafirði, teir loysa helst áðrenn middag.

Í løtuni eru tað bara Finnur Fríði og Næraberg, sum eru úti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder