Vinna

Tríggjar tvíkyljur til KJ-Hydraulik

...

2014-04-14 20:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag kom farmaskipið TINTO á Fuglafjørð við 3. tvíkyljum á dekkinum.

Tað er KJ-Hydraulik, sum hevur latið tvíkyljurnar byggja á eini verksmiðju í Letlandi, sum teir hava havt samstarv við í fleiri ár. Arbeiðið uppá tvíkyljurnar skal so gerast liðugt á KJ-Hydraulik, tær skulu sandblásast og allar instalatióni verða eisini gjørdar av KJ-Hydraulik.

Tvíkyljurnar hava bygginr. 34, 35 og 36 og verða bygdar til Bakkafrost, tær skulu latast Bakkafrost í summar.

KJ-Hydraulik hevur fleiri enn 80 fólk í arbeiði.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder