Ítróttur

Tórshavn Darts Open 2019

...

2019-03-13 07:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Komandi vikuskifti verður afturvendandi dartkappingin Tórshavn Open hildin í Eysturskúlanum. Hendan kappingin er størsta opna kappingin í Føroyska dartkalendaranum, og fleiri útlendskir dartspælarar leita sær nú eisini til Føroyar at kappast. Í ár eru umleið 15 útlendskir gestir við frá Íslandi, Svøríki og Danmark.

Havnar Dartfelag arbeiðir við ætlanunum at menna hesa kapping enn meira, og í ár hevur Tórshavnar Kommuna givið stuðul til at gera nýggjar banar at spæla á. Hetta er alt saman liður í at fáa kappingini altjóða góðkenning í komandi árum.

Nógv á skránni ??? ikki bara dart

Byrjað verður longu fríggjakvøldið við spennandi fyrilestri við heitinum
???Blív betur- Hvussu kanst tú økja títt avrik í Dart, við tilvitni um tín mentala kapasitet???

Tað eru Havnar Dartfelag og Dartsamband Føroya, ið skipa fyri fyrilestrinum, sum verður í auluni í Eysturskúlanum fríggjakvøldið 15. mars kl 18:00. Fyrilesturin er málrættaður dartspælinum, men kann heilt víst eisini brúkast hjá øðrum ítróttargreinum. Fyrilesturin er ókeypis, og øll áhugaði eru vælkomin at lurta og læra.

Fyrilestrahaldari er Rigmor Napoleonsdóttir Arge, ið bæði hevur útbúgving og royndir innan ítrótt og sálarfrøði. Hon fer at greiða frá hvussu dartspælarar kunna arbeiða málrættað við mentala partinum av dartspælinum. Høvið verður eisini at seta spurningar um ymiskt hesum viðvíkjandi.

Kl 19:00 fríggjakvøldið byrjar so fyrsta kappingin. Tá er sokallað ???Warm-up??? kapping á skránni.

Leygardagin kl 11:00 verða einstaklingakappingarnar hjá bæði kvinnum og monnum á skránni, og har eru longu eini 60 fólk melda til. Her skal vinnarin av TO18 og núverandi føroyameistarin Remy G. Hansen royna at verja sigurin frá í fjør. Vinnarin hjá kvinnunum seinasta ár, Malene Grisenvold, er ikki við so her skal nýggjur meistari finnast.

Sunnudagin kl 11:00 er kappingin í tvímansleiki á skránni. Uni Árting og Jan McIntosh vunnu TO18, og teir ætla sær at royna at verja sigurin frá í fjør.

Tilmelding

Tilmeldingin til kappingina letur aftur hóskvøldið kl. 20:00, og hon er á heimasíðuni hjá Dartsambandi Føroya:http://dartfo.com/team-1/t%25252525C3%25252525B3rshavn-open-2019.html

Fylgið við live leygar- og sunnudagin

Leygar- og sunnudagin verður sent live á facebooksíðuni hjá Havnar Dartfelag. Vístar verða kvart-, semi- og finalur.

https://www.facebook.com/havnardartfelag/

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder