Ítróttur

Tóra er Føroya sterkasta kvinna

...

2017-11-18 10:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár byrjaði Burn Showdown í høllini á Hálsi í Havn. Fyrst á skránni var, at finna Føroya sterkastu kvinnu. Tóra Martinsdóttir úr Sandavági vann kappingina, og tað var ikki fyrr enn í seinastu kappingini millum tær tríggjar kvinnurnar, Tóru Martinsdóttir, Armgarð á Regni og Jónu Nicolajsen, at Tóra avgjørdi kappingina. Tóra kláraði í greinini deadlift at lyfta 172,5 kg. Persónliga meti hjá Tóru áðrenn kappingina var 157,5 kg. 

Sí myndir frá kappingini her, og sí filmsbrot her.

Í kappingini Stongman var tað Big Z úr Litavia sum vann kappingina. Big Z er 191 cm langur og vigar 180 kg. Somuleiðis sum hjá kvinnum, so var vinnarin ikki funnin fyrr enn í seinastu greinini. Tá ið Big Z klárað at koppa Bjarna Nielsen úr Havn.

Sí myndir her.

Sí myndir frá nevaleiki her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder