Vinna

Tjaldrið er komið á Fuglafjørð við Akraberg

...

2014-11-10 23:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fyri løtu síðan kom Tjaldrið á Fuglafjørð við Akraberg uppá sleip, teir er tó ikki komnir til bryggjuna enn, Akraberg er stórt skip og tí kemur tað at taka sína tíð, at fáa skipið til bryggju í Fuglafirði.

Tað var fyrrapartin í dag, at Akraberg fekk maskinbrek norður úr Kallinum, boð vórðu send um at fáa hjálp, til Vaktar og Bjargingartænastuna, sum sendi Tjaldrið á staðið 8. fj. norður úr Kallinum.

Sum skilst, so er maskinbrekið ikki so umfatandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder