Føroyagrunnurin bjóðar fólki at søkja stuðul til ávís endamál umvegis heimasíðuna foroyagrunnurin.fo
Sambært § 4 a í
viðtøkunum fyri Føroyagrunnin kann partur av rakstraravlopinum hjá grunninum
nýtast til: ???Vinnuútbúgving hjá ungum føroyingum til stuðul og/ella til
íðnaðarroyndir innan fiskivinnu, handverk, ídnað, marknaðarkanningar og slíkt.???
Víðari stendur í § 5: ???Styrkur kann bert veitast eftir umsókn. Stýri grunsins
tekur avgerð um, hvør skal fáa veitingar og ger somuleiðis av støddina og
treytirnar fyri hesum.???
Umsóknir um stuðul verða
viðgjørdar tvær ferðir um árið. Umsóknarfreistirnar eru 15. mars og 15.
september.
Samlaða tøka
stuðulsupphæddin til umfarið tann 15. mars 2021 er upp til kr. 500.000. Stýrið
tilskilar sær rætt til ikki at útluta alla upphæddina, um tað ikki eru nóg
nógvar skikkaðar umsóknir.
Umsóknir skulu skrivast í
oyðublaðið, sum finst á foroyagrunnurin.fo/studul
Kravd fylgiskjøl til
umsóknir eru: Verkætlanarlýsing, fíggjarætlan, tíðarætlan og CV. Allur játtaður
stuðul skal nýtast í Føroyum, tó undantikið stuðul til skúlagjald. Umsóknir,
sum ikki eru fullfíggjaðar, kunnu verða avvístar.
Stuðul kann latast til:
1, Vinnuútbúgving
2. Ídnaðarroyndir
3. Annað
Dømi:
1. Stuðul til
vinnuútbúgving kann til dømis hugsast at vera skúlagjald til vinnutengdar
útbúgvingar á serliga viðurkendum skúlum, har tann almenni stuðulin, sum fæst,
ikki strekkir heilt til. Annað dømi er lutvísur stuðul til vinnu
ph.d.-útbúgvingar. Stuðulsupphæddin, sum verður latin sum ein eingangsjáttan,
kann vera upp til 50.000 til skúlagjald og upp til 150.000 til vinnu ph.d.
2. Við ídnaðarroyndir
skal skiljast vinnuroyndir í víðastu merking. Stuðul til ídnaðarroyndir kann
til dømis hugsast at vera til nýggj átøk og royndir, sum kunnu skapa
arbeiðspláss og vøkstur og/ella, sum kunnu kveikja áhuga og kunnleika serliga
hjá ungdómi til ídna. Hetta kann vera kring alt landið.
3. Í undantaksføri kann
stuðul latast til annað enn 1 og 2, um so er, at tað verður mett á onkran hátt
at vera fevnt av orðingunum í §4 a, uttan at fella beinleiðis undir 1 ella 2.
Um Føroyagrunnin
Føroyagrunnurin frá 1971
er vinnurekandi grunnur, sum hevur til endamáls:
- at eiga partapening í
JFK
- í tann mun fíggjarligu
umstøður grunsins loyva tí at veita stuðul sambært §4 í viðtøkunum
- Harumframt kann
grunnurin seta á stovn og reka vinnurekandi partafeløg.
Í 2001 setti
Føroyagrunnurin á stovn partafelagið Norðoya Íløgufelag. Endamál felagsins er
at eiga partabrøv og onnur virðisbrøv, útlán, handil og annað starv í hesum
sambandi.
Les meira á www.foroyagrunnurin.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald