ÍSF ætlar at skipa fyri einum venjaraskeiði í Vágum vikuskiftið 13-14 november.
Hevur tú hug at førleikamenna teg, at fáa eitt netverk tvørtur
um ítróttagreinar og fáa íblástur til komandi kappingarár?
So er VENJARASKEIÐIÐ hjá ÍSF nakað fyri teg ??? sí lýsing
niðanfyri.
Skeið fyri venjarum ??? Venjari 1
??? Ítróttur fyri børn og ung.
??? Ítróttur og venjing
??? Ítróttaskaðar ??? nei takk
Vikuskiftið 13. & 14. novembur skipar ÍSF
fyri venjaraskeiði í Skúlanum á Giljanesi.
Byrjað verður leygardag kl. 09.00 til 20.30 og sunnudagin verður
hildið fram frá kl. 09.00 til 17.00.
Evni:
ítróttanámsfrøði, ítróttaumhvørvi, menning hjá børnum, venjing, trygd og
ábyrgd, etikkur og moralur.
Hví venja? Og hvussu? Upphiting, anatomi og fysiologi,
venjingarprinsippir, undirvísigarprinsippir.
Skeiðið skiftir ímillum at vera teoretiskt og praktiskt, so tá
er gott við ítróttaklæðum.
Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100%.
Eftir lokið skeið verður luttøkubræv útflýggjað.
Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá DIF, Danska
Ítróttasambandinum. Møguleiki er sostatt at byggja víðari upp á skeiðið.
Málbólkur:
Venjarar, hjálparfólk og leiðarar hjá børnum og ungum. ??ll sum hava áhuga í og
ábyrgd av børnum og ungum, sum luttaka í ítrótti.
Hvat fært tú burturúr:
-
Vitan um menningina hjá børnum, fysiskt,
psykiskt og samfelagsligt
-
Tú lærir nakað um námsfrøði, venjarar av
ymsum slag, at seta sær mál, um týdningin av góðum ítróttaumhvørvi.
-
Ítøkilig hugskot til spøl og venjing hjá
børnum og ungum
-
Vitan um, hvussu kroppurin virkar, og hvat
ein má taka hædd fyri í sambandi við venjing. Grundleggjandi vitan um venjing
og fysiologi. Vitan um, hvussu ítróttaskaðar kunnu fyribyrgjast og um týdningin
av rættari uppvenjing, um skaðin er hendur.
Upptøkutreytir:
Luttakari skal vera 15 ár ella eldri. Tó kunnu vit gera frávik frá regluni um
upptøku, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.
Luttøkugjald:
Kostnaðurin fyri skeiðið er 650 kr. Íroknað er frálærutilfar og matur.
Tilmelding:
Tilmeldingin fer fram við at fylla út tilmeldingarskjalið á heimasíðuni
hjá ÍSF: Seinasta freist at melda til skeiðið er 7 november.
Leinkjan til tilmelding er: https://isf.fo/kom-a-venjaraskeid-hja-isf/
Minnist til at viðmerkja: Navn,
føðingardag og felag tá tit melda til.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald