Í døgunum 22. ??? 24. sept. vóru allir næmingar í 5. og 7. flokki til landsroynd. Vanligt er, at landsroyndin liggur í apríl, og at tað eru næmingar í 4. og 6. flokki, sum eru umfataðir av royndini. Men orsakað av Covid-19 varð royndin útsett, og avgjørt varð, at næmingarnir, sum áttu at luttikið í royndini í apríl, vóru til landsroynd í september. Lærugreinarnar, sum eru partar av royndini, eru føroyskt, støddfrøði og náttúru & tøkni.
27. november varð frágreiðingin send skúlunum og løgd á heimasíðuna hjá Próvstovuni. Í frágreiðingini eru miðalúrslitini viðgjørd, og ymsir myndlar verða vístir. Harumframt verða uppgávurnar í royndini bornar saman við undirvísingartilfari, námsætlanum og tilmælini úr PISA frágreiðingini 2019. Landsroyndarfrágreiðingin er nakað øðrvísi í ár, og er hetta ein liður í menning av uppgávunum og førleikamenning av uppgávunevndunum. Próvstovan arbeiðir við at gera landsroyndarfrágreiðingina betri, soleiðis at hon lættari kann brúkast sum eitt amboð til eftirmeting á skúlunum.
Landsroyndarfrágreiðingin kann takast niður her: https://provstovan.fo/folkaskulin/fragreidingar/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald