Føroysku ítróttafeløgini missa 8-10 milliónir krónur í inntøkum næstu fýra mánaðirnar orsakað av korona-kreppuni. Henda veruleika eiga politikarar at viðurkenna og bøta um beinanvegin við serstakari stuðulsskipan
- Í roynd og veru snýr tað seg um at bjarga ítróttinum undan einum hóttafalli, sum tekur langa tíð at byggja uppaftur. Føroyskur ítróttur er í løtuni í vanda fyri at verða sligin eini 30-40 ár aftur í tíðina, um politikarar ikki taka støðuna í álvara, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF.
Bara næstu fýra mánaðirnar missa føroysku ítróttafeløgini minst 8-10 milliónir krónur í inntøkum. Tað vísa tøl, ið ÍSF seinastu tíðina hevur savnað inn frá føroyskum ítróttafeløgum. Politiski myndugleikin eigur beinanvegin at virðismeta føroyskan ítrótt við einari serstakari stuðulsskipan undir korona-kreppuni, er niðurstøðan hjá starvsnevndini í ÍSF.
- Tað er ein stór hjálp, at løntir leikarar og venjarar hava rætt til pengar úr serligu covid19-skipanini hjá ALS, men tað munar alt ov lítið. Um politiski myndugleikin vil ítróttinum væl, so verður ein stuðulskipan sett í verk, sum endurrindar mistar inntøkur og fastar útreiðslur hjá føroyskum ítróttafeløgum, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.
ÍSF-forsetin vísir á, at fleiri lond hava gjørt serstakar hjálparpakkar til ítróttin. Eitt nú hava bæði Svøríki og Noreg veitt ítróttinum og frítíðarvirkseminum 100-tals milliónir krónur í stuðli.
- Eg rokni við, at øll á ein ella annan hátt sakna ítróttin. Tað er nú, hann er lagdur lamin, at vit síggja veruliga virðið, ítrótturin hevur fyri føroyska samfelagið, ikki minst fyri trivnaðin og fólkaheilsuna ??? serstakliga hjá børnum og ungum, sigur ÍSF-forsetin.
Elin Heðinsdóttir Joensen minnir á, at ítróttafeløgini longu dúva ein stóran part av sínum virksemi upp á sjálvbodna arbeiðsmegi, og tað verður sera óhugaligt hjá hesum góðu kreftum at brúka komandi árini at savna pengar til at rinda skuld, sum tekur seg upp undir korona-kreppuni. Tað verður tyngri at fáa fólk í nevndir og til onnur sjálvboðin størv.
Vinaliga
Ítróttasamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald