Ítróttur

Lið úr Vágum, Eysturoynni, Streymoynni og Suðuroynni tilmeldaði

...

2018-09-26 13:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Skúlar og skúlaflokkar kring landið vísa Skúlafótbólti stóran áhuga og hava longu fleiri skúlaflokkar úr fleiri skúlum meldað lið til Skúlafótbólt.

Vit eru sera fegin um, at tað longu nú er greitt, at skúlaflokkar úr Vágum, Eysturoynni, Streymoynni og Suðuroynni koma til kappingina Skúlafótbóltur. Lið kunnu sjálvandi framhaldandi meldast til, hetta á síðuni "Tilmeldingarskjal" á heimasíðuniwww.skulafotboltur.fo.

6. flokkar kappast fyrst

Seinni í vikunu verður kunngjørt nær ymisku árgangirnar í fólkaskúlanum og miðnámsskúlar skulu kappast. Tað er tó longu greitt, at fyrsta umfar í Skúlafótbólti verður ónsdagin 24. oktober, tá 6. flokkar fara at kappast í Marghøllini í Vági.

BankNordik er høvuðsstuðul hjá Skúlafótbólti.

Meiri fæsta at vita um fótbóltskappingina Skúlafótbóltur áwww.skulafotboltur.fo

Myndina tók Bjartur Vest.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder