Ítróttur

Tíðindaskriv frá ÍSF um anti-doping

...

2018-12-19 13:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hetta er fyrsta árið, at føroysk dopingeftirlitsfólk sjálvstøðugt hava staðið fyri dopingroyndum í Føroyum.  36 royndir eru tiknar av ítróttarfólkum í Føroyum í 2018 og er hetta í tráð viðætlaða virksemi hjá Antidoping Føroyar. Allar royndirnar vóru negativar.

Ítróttafólkinisum eru kannaði,  umboða  fótbólthondbóltkappróðurinniróðursvimjing, judo, boksing og fimleik. Hetta árið hevur arbeiðið eisini verið soleiðis lagt til rættis, at royndirnareru tiknar á nógvum ymiskum plássumDopingroyndirnar eru tiknar í KlaksvíkRunavíkNorðragøtu, Tórshavn, VestmannaSandavági og í  Vági.

Føroysku dopingeftirlitsfólkini halda, at ítróttafólk eru vorðin meira tilvitaði um antidoping.

  • Hetta fyrsta árið hevur gingið avbera vælDopingeftirlitsfólkini hava fingið sínar royndir og hava tey samstundis verið væl móttikinverður sagt úr Antidoping Føroyum.  Sagt verðureisini, at ítróttafólkini  eru vorðin meira tilvitaði um antidoping og tað er at fegnast um.

Nakrar venjingarmiðstøðir gjørt avtalu

Dopingeftirlitsfólk hava fyri stuttum verið í Danmark og kunnað seg meira um arbeiðið hjá Antidoping Danmark,  tað fevnir um venjingarmiðstøðirVitjað var á ymiskumvenjingarmiðstøðum í Keypmannahavn og vóru dopingeftirlitsfólkini eisini kunnaði um mannagongdir og annað í samband við teirra leiklut sum dopingeftirlitsfólk.

Átta venjingarmiðstøðir í Føroyum hava gjørt samstarvsavtalu við Antidoping Danmark/Føroyar. Tær eruVælvera í Tórshavn, Vælvera í Saltangangará , Vælvera í VágiVælvera í Vestmanna, Tvørmegi í Tórshavn, Fullpower í KlaksvíkFullpower í Runavík og Íðka í Klaksvík.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder