Ítróttur

Tíðindaskriv frá Badmintonsamband Føroya

...

2020-05-02 10:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv og skriv til feløgini

Badmintonsamband Føroya hevur tikið avgerð um, at FM í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki 2020 verður avlýst. Hetta er galdandi fyri børn, ung og vaksin. Hetta hevur ikki verið nøkur løtt avgerð at taka - og hevur tað verið nógv ymiskt, sum nevndin hevur skullað tikið atlit til, men vit halda, at hetta er tað rætta at gera.

Orsøkin til avlýsingina er korona-smittan, sum hóttir samfelagið. Harafturat hava leikararnir ikki havt møguleika at vant og kappast síðani Grækarismessu, og eru vit noydd at hava hetta í huganum eisini.

Badmintonsamband Føroya hevur undir tilgongdini samskift við Borðtennissamband Føroya og Judosamband Føroya. Tey trý sambondini eru komin ásamt um, at tað í ár er skilabest at avlýsa Kontrast FM, sum er stóri finaludagurin hjá hesum trimum ítróttagreinunum.

Badmintonsamband Føroya hevur eisini samskift við avvarðandi myndugleikar og corona-ráðgevingina. Hóast dyr vórðu gloppaðar fyri møguliga at taka kappingarárið uppaftur og skipa fyri einum skerdum FM, so hevði hetta á mongum økjum verið avbjóðandi, at vit meta tað vera skilabest at avlýsa allar ársins FM-kappingar.

Hóast hetta, hevur BSF havt samband við corona-ráðgevingina um, at feløgini kunnu halda áfram at venja. Her hava vit fingið greiðar mannagongdir, soleiðis at reinføri og frástøða er í lagi, og vit hervið fáa gjørt okkara at minka um smittuvandan. BSF fegnast um hetta, tí hóast onki FM, so kunnu leikararnir byrja venjingarnar aftur í tryggum umstøðum til kappingarnar byrja

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder