Ítróttur

Tíðindaskriv frá B36

...

2018-01-25 20:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Súni skal venja kvinnurnar!

Talan er um væl kent andlit, sum í ár skal hava ábyrgd av Betri-kvinnunum hjá B36

Súni Olsen telist millum heilt stóru nøvnini í føroyskum fótbóltum. Bóltsnillingurin úr Gøtu hevur so avgjørt eisini átt síni fet í B36-húsiunum, og eingin okkara mann gloyma framúr sparkiteknikkin, sum hann so mangan sýndi, tá deyðbóltsstøður skuldu avgreiðast.

Gaggurnar eru nú stillaðar á hillina, men fyri tað fæst Súni framvegis við fótbólt. Hann hevur verið partur av venjaraskúlanum hjá FSF, og í fjør vandi hann besta mansliðið hjá B68.

Í ár verða tað so kvinnurnar hjá okkum, sum fáa gleði av Súna. Eftir at liðið í fjør ikki stóð seg heilt so væl, sum framgongdin seinnu árini annars hevur lagt upp til, er setningurin nú at byggja uppaftur. Talan er um ungt og spennandi lið, har onkrar rutineraðar kreftir tó eisini taka sín lut, og við Súna sum høvuðsvenjara eru kvinnurnar nú veruliga til reiðar at leggja til brots við kappingarbyrjan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder