Á KVINNUR??TTINDADEGNUM Í ÁR VARPAR AMNESTY F??ROYAR LJ??S Á R??TTINDINI HJÁ KVINNUM Í MIÐEYSTURI OG NORÐURAFRIKA VIÐ AT HEITA Á F??LK UM AT SKRIVA FYRI ZEYNAB.
Iranska-kurdiska Zeynab Jalalian er 40 ár og hevur sitið fongslað ósek í meira enn 12 ár. Zeynab er dømd lívlanga fongsulsrevsing fyri sítt politiska arbeiði í kurdiska andstøðuflokkinum PJAK.
PJAK arbeiðir fyri rættindum hjá kurdiskum kvinnum og fyri kurdiskum sjálvstýri.
Eftir at Zeynab varð tilvildarliga handtikin í 2008, sat Zeynab avbyrgd í átta mánaðir og fekk einki samband við sakførara. Zeynab hevur greitt frá, at hon hetta tíðarskeiðið varð pínd av umboðum úr fregnartænastuni, sum pískaðu hana upp undir iljarnar, slógu hana í búkin, dukaðu høvdið á henni í veggin og hóttu við at neyðtaka hana.
Zeynab hevur eisini greitt frá, at høvdið á henni einaferð varð dukað so hart í ein vegg, at hon fekk skallabrot og innari bløðingar, og sjónin viknaði.
Í meira enn seks ár hava myndugleikarnir noktað henni atgongd at læknahjálpini, henni tørvar. Einastu ferð, hon er sloppin til lækna, var, tá ið hon fekk covid-19. Men hon er ongantíð kannað aftur fyri lungnatrupulleikarnar, sum hon stríðist við eftir covid-19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald