Vinna

Tey flestu skipini eru úti á páskum

...

2014-04-20 19:26 Author image
placeholder

Tey flestu skipini eru úti á páskum, tó liggja fleiri línubátar, tí streymurin er so harður.

Samandráttur:

Línuskip: Trý línuskip eru undir Íslandi og fiska mest av hýsu, tosk, brosmu og longu. Tvey landa vantandi síðst í vikuni, meðan tað triðja vantandi landar í aðru viku. So er eisini tvey línuskip undir Íslandi, men sum frysta umborð. Nær tey landa er heldur ivasamt. Restin av línuflotanum liggur inni og fara vantandi avstað í næstum.

??tróður. Streymurin verður ikki av tí besta, men veðri verður gott, so vónandi verður nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Trýggir fiska svartkalva og so nakað av kongafiski og blálongu. Allir landa eftir páskir. Ein annar trolari fiskar svartkalva og frystur umborð.

Partrolarar: Tey sum fiska upsa, eru runt Føroyar, men fiskaríið er heldur smáligt. Teir landa sum vikan líður. Trý pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Fimm trolbátar eru úti. Allir eru norðanfyri og landa miðskeiðis í vikuni. Teir fáa mest av toski og so nakað av hýsu, reyðsprøku og tungu.

Garnaskip: Tvey garnaskip koma at landa svartkalva síðst í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder