2021-01-04 15:42

Tey flestu skipini hava nú loyst aftur, tó eru nøkur ið liggja enn, tey eru á beding ella fáa annað viðlíkahaldsarbeiðið frá hondini.
Svartkjaftaskipini royna sunnanfyri, fleiri íslendsk skip eru áveg har suður.
Línubátarnir royna norðan- og sunnanfyri.
Trolbátarnir eru á Skeiva Banka.
Partrolararnir eru sunnanfyri og vestanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald