Ítróttur

Teitur væntar at H71 og VÍF blíva steypavinnarar

...

2018-02-16 17:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Teitur Joensen: Nú eru tann tíðin aftur har. Tann tíðin, sum øll hondbóltsáhugaði í landinum elska og gleða seg til. Steypafinalurnar!

Sjálvandi eru tað eisini fleiri av teimum íðkandi, sum heldur iðra seg júst í hesi vikuni um ikki at vera partur av finalunum, tí hesir báðir dystirnir eru jú teir, sum allir hondbóltsleikarar vilja sleppa at vera partur av. Og helst ongantíð meira enn júst í ár, nú umstøðurnar eru heilt øðrvísi, enn tær áður hava verið. Høllin á Hálsi hevur jú verið undir umbygging, soleiðis at vit nú hava fingið eina dupulthøll, og til júst steypafinalurnar verður talan um eina kempi høll við heili 1600 áskoðaraplássum. Eg vóni og droymi um, at høllin verður full, tí so verða karmarnir til steypafinalurnar framúr góðir.

Dagsformurin avgerandi í kvinnufinaluni

Lat meg siga tað beinanvegin. Eg havi ilt við at finna ein favoritt í kvinnufinaluni, og eg havi eisini ilt við at koma við einum kvalifiseraðum boði um, hvør fer at vinna finaluni. Tí eg kann í roynd og veru argumentera fyri einum sigri til bæði liðini.

Men hóast eg havi ilt við at meta um henda dystin, so gleði eg meg sera nógv til hesa finaluna, tí talan er um tvey fantastiska góð kvinnulið, sum møtast, við nógvum sera góðum leikarum, so tað kann ikki blíva annað enn gott.

Eg gleði meg eisini nógv til fleiri av dystunum í dystinum. Maja ímóti Kristinu (ella Fríðu), Turið ímóti Mariannu, Anna og/ella Marianna ímóti Liljan, Bára ímóti Agnas. Ja, eg kundi blivið við, tí liðini eru full av góðum leikarum og av landsliðsleikarum.

Sjálvt um liðini eru javnt sterk, so eru tey eisini ymisk. Sjálvt um Kyndil er eitt væl yvir miðal álopslið, so síggi eg enn verjuna sun týdningarmesta fundamenti hjá liðnum. Tær flyta seg væl og arbeiða hart í verjustøðu, og so eru teir eisini ógvuliga kontantar, og eg trúgvi, at verjan verður alt avgerandi fyri Kyndil, um tær skulu standa eftir sum vinnarar av steypafinaluni.

Meðan verjan eftir mínum tykki er týdningarmesta vápnið hjá Kyndli, so er álopið helst tað týdningarmesta vápnið hjá VÍF. Tær hava eina rúgvu av góðum álopsleikarum, og tær duga væl at seta spælið upp. Harumframt hevur VÍF onkrar sera góðar skjúttar, og hetta ger, at Kyndil í nøkrum førum má standa eitt sindur høgt við verjuni. Júst hetta kann eisini skapa pláss fyri onkrum av gjøgnumbrotssterku leikarunum hjá VÍF ??? kanska serliga Agnas.

Hóast eg havi ilt við at peika á ein vinnara, so skulu tit tó ikki snýtast fyri einum boði. Mítt boð sum steypavinnari hjá kvinnum 2018 er VÍF.

H71 er favorittur

Tá ið steypafinalistarnir hjá monnum vórðu funnir sunnudagin, vóru kyndilsmenn skjótir at rópa H71 sum stórfavoritt til at vinna steypafinaluni ??? kanska ov skjótir. Bæði venjarin, Julian Johansen, og spælskiparin, Hjalti Mohr Jacobsen, nevndu júst hetta í ávikavist Rás2 og Kringvarpinum, og tað er helst eingin ivi um, at teir hava partvís rætt.

Tí H71 er favorittur at vinna steypafinaluna hjá monnum, men eru teir nú so stórir favorittar, sum kyndilsmenn gera teir til? Eg ivist!

Um vit hyggja at liðnum hjá hoyvíkingum, so munnu flest øll vera samd um, at við tilgongdini av Peter Krogh til seinnu hálvu av kappingarárinum hava hoyvíkingar gjørt seg sjálvar til favorittar at vinna bæði steypafinaluna og landskappingina. Síðani Peter Krogh á fyrsta sinni kom til føroyskan hondbólt fyri nøkrum árum síðani, hevur hann verið ein av heilt stóru profilunum, og hjá H71 kunnu vit nokk ikki koma uttan um, at hann hesi árini hevur verið tann størsti profilurin. Harafturat hava tey í H71 verið ógvuliga røsk at framleiða góðar hondbóltsleikarar, og í løtuni má Hilmar Leon Jakobsen eisini metast sum ein av heilt stóru profilunum í føroyskum hondbólti. Við hesum báðum í bakketuni er altíð torført at steðga H71, men torført er ikki tað sama sum ómøguligt, og tað vita tey heilt víst av í Kyndli.

Tí hóast H71 at síggja til er greiður favorittur og hevur fleiri av størstu profilunum í føroysku kappingini, so hevur alt tó ikki verið ???fryd og gammen??? síðani vetrarsteðgin. Seinni hálvleikur í høllini á Hálsi móti Neistanum sunnudagin var fram úr góður, og her var tað serliga ??? fyri ikki at siga bara ??? Peter Krogh, sum gekk undan. Men hyggja vit eftir dystunum í bólkaspælinum, so var vegurin í hálvfinaluna knortluttur. Teir vunnu við tveimum ímóti KÍF, teir vunnu við einum ímóti StÍF, og teir taptu ímóti VÍF, so sjálvt um teir nú eru í steypafinaluni, so hava teir ikki verið so sannførandi í hesum árinum, og júst svingandi avrikini er nakað, sum eigur at geva Kyndil trúnna uppá, at teir kunnu vinna steypafinaluna.

Hyggja vit eftir Kyndli, sum meta seg sjálvar sum greiðar ???underdogs???, so er hetta størsti dysturin hjá teimum í fleiri ár. Tað er eingin ivi um, at spælararnir vera spentir og helst eisini fara at hava nervar, men tá tað er sagt, so eri eg als ikki í iva um, at teir vera klárir til henda dystin.

Longu sunnudagin vóru fyrstu taktisku bumburnar sleptar í miðlunum eftir siguriní Vestmanna, og lítið er at ivast í, at kyndilsmenn líka til fyrsta bríksl av dystinum fara at rópa hart um favorittleiklutin hjá H71.

Men hasin favorittleikluturin er ikki so stórur, sum teir í Kyndli vilja gera hann til. Tí Kyndil er ikki nakað walkover hjá nøkrum liði. Eftir eina minni góða byrjan uppá kappingarárið eru teir nú av álvara vaknaðir, og seinast teir møttu H71, endaði tað við stórsigri 25-13 júst í høllini á Hálsi, so teir kenna uppskriftina uppá, hvussu mann koppar hoyvíkingum.

Kyndil er eitt sera væl skipað lið. Teir hava eina góða og ágangandi verju, sum heilt víst fer at takkla hart ímóti stórskjúttunum Peter Krogh og Hilmar Leon Jakobsen. Harafturat hevur Jan Pauli Toft Johannesen í málinum hjá Kyndli staðið sera væl í seinastuni, og hann verður uttan iva ein av lyklaleikarunum henda dagin.

Í álopspartinum fer Kyndil heilt víst at geva sær góða tíð. Fyri teir verður tað umráðandi at fáa verjuna hjá hoyvíkingum ótolna, tí hetta kann skapa pláss. Harafturat verður tað eisini umráðandi, at ein maður sum Tummas Pauli Hanusarson rakar dagin í álopspartinum.

Heldur ikki her skulu tit snýtast fyri mínum boði uppá ein komandi steypavinnara 2018. Mítt boð er H71.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder