Ítróttur

Teitur: Nú skulu vit geva teimum ungu møguleikan

...

2018-02-06 22:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

KÍF spældi sunnudagin steypadyst ímóti StÍF, StÍF vann dystin 33-30. Eftir dystin fingu vit orð á Teit Joensen leikandi hjálparvenjara hjá KÍF.

Nú eru tit so slidnir út úr steypakappingini, hvat hugsar tú?

- Tað er sjálvandi keðiligt at rúka út úr steypakappingini, og okkara leiklutur er meira ella minni útspældur í landskappingini eisini. Hetta var so at siga tað vit satsaðu uppá, men vit vita eisini at umstøðurnar hjá okkum ikki hava verið tær bestu. Vit hava øguliga nógvar skaðar, eg veit ikki um eg havi upplivi hetta fyrr, og tað ger eisini tað, at hópurin verður tað smærri. Eg haldi at vit hava spælt væl í steypakappingini, í Hoyvík taptu vit við tveimum, og í Vestmanna burdu vit vunni. So er tað dysturin móti StÍF, har vit spældu ein sera vánaligan fyrra hálvleik, men ein góða seinna hálvleik. Tað sást ikki, at tað vóru vit sum høvdu alt at spæla fyri, og StÍF einki hevði at spæla fyri. Tað iðrar meg at tað ikki sást betri á vøllinum.

Hvussu er tað at spæla móti einum liðið sum einki hevur at spæla fyri?

- Tað er ein góður spurningur, fólk tosað ofta um, ja tit hava alt at spæla fyri og tað eigur at vera fyrimunur. Men tað er tað ikki uttan víðari, tí tá ið man einki hevur at spæla fyri, kann man sleppa teimunum, tað ber til at spæla frítt, og eisini royna nýggj ting av. So eg vil siga, at tað ikki altíð ein fyrimunur, StÍF vóru klárir, og teir spældu eisini ein sera góðan dyst.

Hvussu upplivdi tú dystin?

- Eg upplivdi hann sum tveir ymiskar dystir. Í fyrra hálvleiki føldi eg tað sum um, at vit blivu runnir niður, verjan sigldi, og vit vóru ókonstraðarir. Tá tað so er sagt, so brenna vit eisini nógv skot. Í seinna hálvleiki vóru vit sum eitt nýtt lið, men av tí at vit máttu satsa, komu vit eisini til at gera nakrar feilir.

Tað er tungt at vera aftanfyri, tað er altíð nemmari at renna undan enn aftaná.

Hvat so nú, nú er eingin dystur á skánni í 3 vikur?

- Nú mugu vit royna at fáa mennirnar hjá okkum klárar, so vit kunnu byggja okkurt upp. Fríði verður nokk klárur tá ið landskappingin fer í gongd aftur. Vónandi er økslin hjá Ása aftur í ordan, son hann fær spælt restina av kappingarárinum. Fyrst og fremst hevði tað verið deiligt at fingið menn aftur, so vit fingu skift meira út. Tá ið vit so eru í eini støðu sum vit eru í nú, so haldi eg skulu vit tora at geva ungu spælarunum møguleikan. Tað hava vit tosað nógv um, eg eri ein partur av venjaratoyminum, og tað er ein ætlan hjá okkum at geva teimum ungu møguleikan. Eg veit at tað ofta verður sagt, at mangan brestur ætlan, men tað er nakað vit hugsa um at geva teimum ungu møguleikan, men tað merkir ikki at teir koma at spæla hvønn minutt, men teir skulu føla hvat tað er at spæla í bestu deildini. Vit hava einki at missa, segði Teitur Joensen við jn.fo eftir dystin sunnudagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder