Ítróttur

Teir næstbestu hjá Kyndli eru víðari

...

2018-12-09 15:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú er greitt, hvørji lið skulu spæla í Faxe Kondi kappingini.

Hóskvøldið spældi næstbesta mansliðið hjá Kyndli seg sum tað seinasta liðið víðari úr undanumfarinum millum 1. og 2. deildarliðini.

Teir vunnu 28-23 á Neistanum.

Tað er kendir menn, sum manna Kyndlaliðið. Í gjár spældu Erlendur Johannesen, Josef Abrahamsen, Gunnar Wardum, Ludvík Súnason, Bjarni Sørensen, Hanus Johansen, Julian Johansen, Ken Zachariassen, Rói Lamhauge, Janus Einar Sørensen, Brian Vang Poulsen, Leif Mikkelsen, Jacob Jónsson og Bárður Johannesen.

Næstabesta liðið hjá Kyndli verður í bólki saman við teimum, sum verða nummar eitt, fýra og fimm í Okkara-deildini, tá tvey umfør eru spæld.

Hjá kvinnunum hava næstbestu liðini hjá Neistanum og Stjørnuni vunnið seg víðari í bólkaspælið í Faxe Kondi kappingini. Tað varð avgreitt um hálvan november.

Neistin og Stjørnan verða býtt í hvør sín bólk við trimum liðum í SMS-deildini.

Bólkaspælið byrjar í viku fýra.

Finalan verður spæld 23. februar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder