Ítróttur

Team Rynkeby heldur ikki til París í ár

...

2021-04-23 17:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ferðintil París hjáTeam Rynkeby-súkklarunumverður heldur ikki í ár. Tað avgjørdi stýrið fyri Team Rynkeby í gjár. Orsøkin er, sum væntað, koronafarsóttin.

Í seinastu viku bleiv staðfest, at øll 59 liðini frá teimum átta londunum ikki við vissu náa at blíva koppsett áðrenn túrin til París. Frakland og Týskland eru hart rakt av triðju korona-bylgjuni, og er hetta eisini ein av høvuðsorsøkunum. 51súkklarar og11hjálparfólk skuldu fara við ferðalagnum úr Føroyumtil París, men hendan ætlanin er sosatt broytt. Tí arbeiðir Team Rynkeby Føroyar við einari aðrari loysn, sum ger, at liðið fer at súkkla í Danmark somu viku, sum túrurin til París skuldi verða.

Team Rynkeby hevur súkklað úr Danmark til París hvørt ár síðani 2002, og føroyingar hava verið við á ferðini síðani 2014.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder