Leygardagin kl 15 verða pengarnir sum eru savnaðir inn í ár handaðir Krabbameinsfelagnum.
Samkoman er almenn og verður í Finsen.
Hetta er 5. árið at Team Rynkeby savnar pening til hættisliga sjúk børn og familjur teirra í Føroyum. Innkomni peningurin verður umsitin í serligum grunni hjá Krabbameinsfelagnum. Undan hesum árinum eru savnaðar tilsamans meiri enn 4 mill kr.
Talarar við samkomuna verða
umboð fyri Krabbameinsfelagið,
Hjartabarninum,
Team Tynkeby Fonden í Danmark,
umboð fyri granskingarverkætlanini, sum fær stuðul frá Team Rynkeby Føroyar
Ein luttakari frá inniverandi árið
Eitt umboð frá Team Rynkeby Føroyar
Til staðar verður nýggja liðið sum skal avstað í 2019 og liðið sum hevur verið í París í summar.
Signar í Homrum spælir nøkur løg til tiltakið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald