Ítróttur

Team Rynkeby Føroyar súkklar kring Danmark

...

2021-07-05 08:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Heldur ikki í ár er tað møguligt hjá Team Rynkeby Føroyum at súkkla til París vegnakoronastøðuna, men ístaðin verður súkklað í Danmark. 

Hósdagin 8. juli byrjar túrurin við tiltaki kl. 10.30 á Helnabrekku í Klaksvík. Eftir tiltakið í Klaksvíkverða fyrstu 100 km á túrinum súkklaðir, tá ið leiðin gongur til Havnar umvegis Toftir og gjøgnumSundalagið, áðrenn tey enda í Havn. Á leiðini suður vitjar liðið nakrar av stuðlunum, og møguleikiverður at heilsa upp á súkklararnar. 

Skráin fyri túrin hósdagin er henda: 

Kl. 10:30: Helnabrekka í Klaksvík. 

Kl. 11.15: Fráferð úr Klaksvík. 

Kl. 13.05: Bátafelagið á Toftum. 

Kl. 13:50: Betri í Saltangará. 

Kl. 14:25: Bakkafrost. 

Kl. 15:55: Margáir. 

Kl. 18:25: Móttøka á Perlutorginum við Reinsaríið. 

Seinni um kvøldið fara rynkurnar við Norrønu til Danmarkar. 

sdLeygardagin 10. juli kemur liðið til niður, og súkklað verður í Jútlandi, á Fjóni og á nøkrum av lítluoyggjunum. Viku seinni endar túrurin í Hirtshals, tá ið súkklararnir fara umborð aftur á Norrønuog leggja leiðina heim til Føroya. Á ferðini verða súkklaðir 1260 km. 

Á túrinum í Danmark fer Team Rynkeby Føroyar regluliga at leggja myndir út á sosialu miðlarnar,og fólk kunnu fylgja ferðini har.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder