Ítróttur

Team Klaksvík vann í spennandi dysti móti KÍF

...

2017-11-26 18:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í FTZ-deildini hjá monnum tók Team Klaksvík í dag móti KÍF. 

Team Klaksvík byrjaði dystin betri, og komu á odda 4-0 áðrenn KÍF fekk sítt fyrsta mál í 7. min. Hálvleiksstøðan var 15-13. Seinni hálvleikur gjørdist sera spennandi, og tað endaði við at Team Klaksvík vann við einum málið, sum teir skoraðu í seinasta minutti.

Team Klaksvík: Ludvík Súnason 8, Sámal á Tjaldrafløtti 7, Vilhelm Vilhelmsen 5, Birgir Poulsen 2, Finnur Hansson 2 og Hørður F. Sigtórsson 2.

KÍF: Magnus Muller 7, Rùni Joensen 7, Ási Dam 3, Andrias Nielsen 2, Janus Jakobsen 2, Hans Eli Sigurbjørnson 2 og Jákup Trygvason 2.

Støður: 

5. min. 3-0

10. min. 4-3

15. min. 7-5

20. min. 10-8

25. min. 12-11

30. min. 15-13

35. min. 16-14

40. min. 17.17

45. min. 19-20

50. min. 23-21

55. min. 24-22

60. min. 26-25   

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin112782443417
2H71102662481815
3VÍF92722621010
4Team Klaksvík10228250-2210
5Kyndil1023623519
6StÍF10262278-166
7KÍF10252277-253

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder