Ítróttur

Team Klaksvík ætlar at gera tað betri enn seinasta kappingarár

...

2018-08-31 09:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinasta kappingarár hevði Team Klaksvík sítt besta kappingarár nakrantíð við Finni Hansson á odda. Vit hava sett leikandi venjarinum hjá Team Klaksvík nakrar spurningar, nú tað eru 2 vikur til kappingin fer í gongd aftur.

Hvat væntar tú tær av komandi kappingarárið?

Eg vænti eina javna og spennandi hondbóltkapping í ár, tað er torført at siga hvør er favorittur í løtuni, tað sær út til at øll liðini kunnu vinna á hvørjum øðrum.

Hvar á stigatalvuni enda tit?

Nú høvdu vit tað besta kappingarárið nakrantíð í fjør, men vit ætla at gera tað enn betri enn hvat vit gjørdu seinasta kappingarár og ætla okkum longri upp á stigatalvuni. Vit arbeiða allatíðina við at blíva betri og koma longur upp.

Hvussu væntar tú toppurin fer at síggja út?

Beint nú er sindur ringt at siga hvussu toppurin kemur at síggja út, SKAL eg gita so verða somu lið ið endaðu í top 3 í fjør, H71, Neistin, VÍF/Kyndil.

Hvussu stóran hóp hava tit?

Hópurin hjá okkum manglar breidd, vit stríðast har og tað hevði verið ynskiligt at hava størri breidd.

Hvat fyri spælarar hava tit fingið, og hvørjar hava tit mist?

Farnir: Mark Dahl Stíf, Lúdvík Súnason Kyndil, Birgir Poulsen givin at spæla, men verður hann hjálparvenjari.

Komnir: Mathias Astrup DK, Christoffer Madsen DK.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder