Sandavágs Talvfelag er framvegis á odda í fremstu deildini í landskappingini, men havnarmenn ota seg nú fram á oddaliðið úr Vágum.
Munurin millum tey bæði fremstu liðini styttist við tveimum stigum eftir dystirnar í sjeynda umfari í dag.
Sandavágsmenn máttu sættast við javnleik móti øðrum liði hjá Havnar Telvingarfelag í dag. Brøðurnir Høgni og Rógvi Egilstoft Nielsen gjørdu sína skyldu og vunnu á ovaru borðunum á ávikavist Rógva Mortensen og Heiðrik Jacobsen, men á aftaru borðunum vóru havnarmenn við yvirlutan. Leif Reinert Fjallheim og Margar Berg vunnu á ávikavist Torkil Nielsen og Bernhard Augustinussen. Silas Eyðsteinsson var ikki við hjá sandavágsmonnum í dag.
Fyrsta lið hjá Havnini gjørdi bart í dystinum móti Klaksvík 2 og vann 4-0. Martin Poulsen, Olaf Berg, Carl Eli Samuelsen og Herluf Hansen vunnu allir.
Í triðja dystinum í 1. deild í dag vann fyrsta lið hjá Klaksvíkar Talvfelag 3½-½ á Kollafjarðar Talvfelag.
Støðan í 1. deild eftir 7. umfar:
Sandavágur 21½
Havnin 20
Klaksvík 14½
Havnin (2) 10
Kollafjørður 9
Klaksvík (2) 9
Spenningurin er tí ikki sørur um hvussu kappingin um FM-heitið millum vágamenn og havnarmenn fer at enda.
Trý umfør eru eftir í kappingini. Skráin í 1. deild er henda:
8. umfar (3. mars)
Sandavágur ??? Klaksvík
Kollafjørður ??? Havnin
Klaksvík (2) ??? Havnin (2)
9. umfar (17. mars)
Klaksvík (2) ??? Sandavágur
Havnin ??? Klaksvík
Havnin (2) ??? Kollafjørður
10. umfar (6. apríl)
Sandavágur ??? Havnin
Klaksvík ??? Havnin (2)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald