Ítróttur

Talvkapping fyri børn og ung, sunnudagin 29. oktobur

...

2017-10-26 13:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 29. oktobur kl. 14, í Gula skúla (Tórshavn).
??ll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina.Telvað verður í 5 aldursbólkum:
??? 2 flokkur og yngri
??? 3 og 4 flokk
??? 5 og 6 flokk
??? 7 og 8 flokk
??? 9 flokk og 10 flokk

Møguliga verða bólkarnir broyttir nakað ??? tá ið tilmeldingarnar eru komnar. Hetta fyri at fáa meiri javnt stórar bólkar.
Teir yngru bólkarnir (til og við 6 fl.) telva uttan klokku ??? tó verður klokka sett inn um hetta verður mett neyðugt. Royndirnar vísa, at tey yngru hava lyndi at hugsa meiri um klokkuna enn um talvið.
Teir elstu bólkarnir telva við 10 minuttum í part á klokkuni til hvørt talvið.
Heiðursmerki verða ikki latin hesa kappingina, men TSF bjóðar eitthvørt til luttakararnar.

Kappingin er ókeypis, men neyðugt er við tilmeldingí seinasta lagi leygardagin 28 oktobur kl. 14!
á telduposti: [email protected]
ella við SMS til tlf 221422.
Vinarliga upplýsið navn, aldur og flokk.

Kappingarnar eru fyri øll sum hava hug at telva
??? roynd, minni roynd og eisini fyri tey sum júst eru byrjaði
??? tað er ikki at halda seg aftur !
Talvsamband Føroya

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder