Ítróttur

Talvárið 2020/21 er nú endaliga liðugt

...

2021-06-13 09:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sandavágs Talvfelag skrivar:

Í gjár var Steypakappingin, ið er endin á talvárinum og galladøgurði, hildin. Í ár var metstór luttøka: heili 14 lið úr 9 feløgum luttóku. Vit høvdu sjálvir 2 lið við.
Kappingin er skipað sum kviktalv, t.e. 10min + 5sek/pr. leik. ??ll lið skuldu møta hvør øðrum, so telvað var 13 umfør.
Spenningurin var stórur og 3 lið fylgdust í oddinum frá byrjan til endan. Tað gjørdist greitt at innanhýsis dystirnir millum okkum, HT1 og KTF1 fóru at vera avgerandi. Tá vit vunnu báðar hesar dystirnar var tað greitt at vit vunnu steypakappingina 2021.
13 dystir, 12 sigrar og 1 javnleikur.
Á galladøgurðanum vóru virðislønirnar fyri Grand Prix kappingarnar eisini latnar. Eisini her kunnu vit í Sandavágs Talvfelag verða errin! Rógvi Egilstoft gjørdist nr. 2 og Høgni Egilstoft Nielsen vann Grand Prix.
Feløgini atkvøddu eisini um ársins telvara 2021 og hesa atkvøðugreiðslu vann Høgni Egilstoft Nielsen.
Samanumtikið eitt sera gott kappingarár fyri Sandavágs Talvfelag, bæði hjá liðum og einstaklingum!
FM fyri lið og einstaklingar
Steypakapping fyri lið
Nr 1. og 2. í GP kappingum
3 telvarar við til NM seinni í ár.
Ársins telvara.
Umframt øll hesi úrslit kunnu vit gleðast um at tilgongdin av barna telvarum økist støðugt og áhugin fyri talv er stórur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder