Ítróttur

Talv: Vunnu á Kýpros

...

2019-03-30 09:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyar vunnu í dag 2½-1½ á Kyprós í áttanda umfari í kappingini fyri smátjóðir í talvi í San Marino. Sigurin ber í sær, at Føroyar at kalla hava tryggjað sær triðjaplássið í kappingini.

Helgi Dam Ziska og Hans Kristian Simonsen vunnu, John Rødgaard telvaði remis, og Sjúrður Thorsteinsson tapti. Helgi vann á 1. borði í stórum stíli við flottari mátkombinasjón.

Kyprós var eitt av liðunum, sum kundi hótta triðjaplássið hjá Føroyum.

Støðan fyri seinasta umfar:

1. Andorra 16 stig

2. Monako 14

3. Føroyar 12

4. Luksemburg 9

5. Kyprós 8

6. Malta 8

7. Liktinstein 5

8. Jersey 4

9. Guernsey 2

10. San Marino 2

Í seinasta umfari í morgin telva Føroyar móti Guernsey. Dysturin byrjar klokkan 13 føroyska tíð.

Helgi snarmeistari

Í gjárkvøldið var snarkappingin fyri einstaklingar á skránni. Her stóðu føroyingar seg heilt væl. Helgi Dam Ziska var suverenur og vann við 7 stigum av sjey møguligum.

Men ikki minni sannførandi var góða úrslitið hjá 13 ára gamla Luitjen Akselsson Apol. Hann endaði nummar 4 í kappingini millum teir 33 telvararnar við fimm stigum. Sjúrður Thorsteinsson var nummar 6, John Rødgaard nummar 10 og Hans Kristian Simonsen nummar 11

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder